Innanlands

Kunngerð lýst: Matstovur og skeinkistøð skulu stongja klokkan 23

Helgi Abrahamsen hevur gjørt brúk av heimildini at tvinga matstovur og skeinkistøð um at lata aftur

(Mynd: The Tarv)

(Mynd: The Tarv)

2020-08-06 22:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Helgi Abrahamsen, landsstýrimaður, hevur í dag lýst kunngerð um, at matstovur og skeinkistøð skulu stongja í seinasta lagi klokkan 23.

Hetta er galdandi frá í morgin 7. august og fer úr gildi tann 31. august. Hetta er fyri at forða fyri smittuspjaðing av korona, stendur í kunngerðini.

Talan er um eina heimild, sum landsstýrismaðurin fekk frá løgtinginum síðst í juni mánað. Helgi Abrahamsen hevur áður sagt, at hann ikki visti, um tað gjørdist neyðugt við hesari heimildini, men nú hevur hann í øllum førum gjørt brúk av hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder