Kunngerðin um flokslæraran eigur at verða endurskoðað og spegla arbeiðið, sum flokslærarar í dag gera, heldur Jónleif Johannesen, formaður í Fólkaskúlaráðnum.
Kunngerðin er frá 2003, og síðan tá er fólkaskúlin ógviliga nógv broyttur, og tí er kunngerðin ikki tíðarhóskandi. Førleikastovur eru komnar, og tað hevur broytt arbeiðið hjá flokslæraranum munandi, sigur hann sambært Skúlablaðnum.
- Skúlin í dag samanborið við í 2003 er heilt ein annar. Kortini er kunngerðin ikki endurskoðað. Summar av uppgávunum, sum standa í kunngerðini at vera uppgávur hjá flokslæraranum, verða nú gjørdar av førleikastovuni, sigur Jónleif Johannesen.
– Tað sæst heldur ikki aftur í kunngerðini, at flokslærarar í dag vanliga arbeiða í toymum; tað vil siga, at tað í grundini eru tveir lærarar í hvørjum flokki. Tað eigur kunngerðin at leggja upp fyri.
– Í grundini eigur flokslærarin fyrst og fremst at vera lærari, undirvísa og fáa næmingarnar at trívast, og so sjálvsagt samskifta við foreldrini hjá næmingunum, hann hevur. Vit síggja, at nógvir flokslærarar kenna uppgávuna at vera flokslærari í dag ógviliga tyngjandi.
Ætlanin hjá Fólkaskúlaráðnum er at fara undir endurskoðan av kunngerðini um flokslærarauppgávuna í hesum skúlaárinum, skrivar Skúlablaðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald