- Tað er ógvuliga deiligt. Vit eru glað og takksom fyri, at Kaj Leo hevur sett seg inn í málið, og hann er ferð við at gera broytingarnar. Tað er í øllum førum gott, at okkurt jaligt kemur burtur úr hesari støðuni
Hetta segði Niels Strøm Rødgaard í døgurðatíðindunum. Í oktober gjørdist hann pápi fyri fyrstu ferð, tá unnustan Rósa Heinesen átti sonin Rana á Landsjúkrahúsinum. Men tað var als ikki bara gleði, ið nýggju foreldrini, ið búgva á Oyrasundskolleginum kendu. Mamma Niels lá til tað seinasta, og tí ynskti parið at vera í Føroyum og eiga barnið. Trupulleikin er, at Rósa Heinesen ikki er lesandi. Sambært lóg frá 2009, kann kvinna sum er undir útbúgving uttanlands eiga í Føroyum ókeypis.
Les eisini: Føroyskt par fær stóra rokning fyri barnsburð í Føroyum
Tað at Niels Strøm Rødgaard er lesandi á Roskilde Universitet var ikki nóg mikið, og tí stendur parið til at gjalda eina rokning á 26.000. Hetta skal nú broytast soleiðis, at um eitt mannfólk ið er búsitandi uttanlands í útbúgvingarørindum ynskir, at barn hansara skal verða føtt í Føroyum, skal hann ikki gjalda fyri at gerast pápi í heimlandinum. Tað vil siga, at hetta verður broytt, so at somu reglur verða galdandi fyri bæði kyn.
- Tað er tað einasta fornuftiga, haldi eg. Eisini í mun til javnsetan av kynunum. Eg dugi ikki at síggja, hví tað skal vera munur á, um tað er mamman ella pápin, sum er lesandi. Man skal eisini minnast til, at heilsuverkið í Danmark er sera gott, og tí liggur sum oftast helst ein onnur orsøk aftanfyri tað, um eitt føroyskt par, sum er búsitandi niðri, velur at eiga í Føroyum, segði Niels Rødgaard við Útvarpið.
Í svari uppá fyrispurning frá Bjarna Hammer í oktober segði landstýrismaðurin í Heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannsen, at hann ætlar at skipa fyri, at undantakið, sum loyvir lesandi føroyingum at eiga ókeypis heima í Føroyum, eisini skal galda, um bert annað av foreldrunum er skrásett sum lesandi. Hann heitti eisini á Landsjúkrahúsi um at taka málið uppa av nýggjum
Les eisini: Sinnaður at broyta kunngerðina um gjald fyri barnsburð
Uppskot til kunngerð er skrivað og sent til hoyringar. Niels og Rósa hava enn einki sæð til rokningina, ið skuldi vera 26.000 kr.
Hoyr samrøðuna við Niels Strøm Rødgaard her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald