Innanlands

Kunnu hava longri opið aftur

Kunngerðin um at skeinkistøð og matstovur skulu stongja klokkan 23 fer úr gildi á midnátt

(Mynd: Basecamp)

(Mynd: Basecamp)

2020-08-31 22:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á midnátt fer kunngerði (PDF) hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum, um at steinkistøð og matstovur skulu lata aftur klokkan 23, úr gildi.

Sostatt kann býarlívið veruliga lata uppaftur, og hava opið til klokkan 4. Men hetta er tó ikki ætlanin í Havn, segði Sunniva Háberg Eysturstein, talskvinna fyri Felagið matstovur, barrir og skeinkistøð, við Dag og viku í kvøld.

Skeinkistøðini í Havn hava avtalað at hava opið sum í vár. Altso til klokkan tvey um náttina í vikuskiftinum.

Fyribils ætlar Helgi Abrahamsen ikki at seta nýggja kunngerð í verk, men landsstýrismaðurin hevur uppskot liggjandi í tinginum, um at leingja heimilinda at seta kunngerðina í verk aftur, gerst tað neyðugt.

- Vit vita at í november og desember eru nógvir jólafrokostar á skránni, nógv fólk koma úr útheiminum, so um tað gongur galið er gott at hava eina heimild, men vónandi gongur tað ikki galið, segði Helgi Abrahamsen við Dag og viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder