
Grindin, sum legði beinini í Tjørnuvík í gjárkvøldið, verður býtt í dráps- og heimapartar í Sunda kommunu, Eiðis kommunu, Kaldbak, Kaldbaksbotni og Sund.
Enn er ikki greitt, nær fólk kunnu koma eftir heimapartum, men Eiðis kommuna boðar frá at borgarar í kommununi kunnu heita sín part av grindini á keiini á Eiði seinni í dag, og Sunda kommuna boðar frá, at borgarar kunnu heinta sín heimapart á keiini í Hvalvík seinni í dag.
Heimapartarnir eru umleið 0,2 skinn per borgara í húskinum, og lýst verður seinni, nær borgarar kunnu heinta sín heimapart.
Sunda kommuna skrivar, at nógv skal skerast upp, so um onkur hevur møguleikan at hjálpa til, eru tey vælkomin at ringja til borgarstjóran á tlf. 297272.
Grindin, sum legði beinini í Tjørnuvík í gjárkvøldið var 116 hvalir og 973 skinn.
Tórshavnar kommuna boðar frá, at fólk í Kaldbak, Kaldbaksbotni og á Sundi kunnu koma eftir sínum heimapartum seinnapartin.
– Hvalirnir verða fluttir úr Tjørnuvík á keiina í Kaldbak, har skorið verður upp, og klokkan 15.00 er klárt hjá fólki at koma eftir sínum parti. Mint verður á at hava egin íløt við, skrivar kommunan.
Kaldbak, Kaldbaksbotnur og Sund fáa tilsamans seks hvalir, sum eru mettir til 52 skinn.
Hvalirnir verða fluttir úr Tjørnuvík á kaiina í Kaldbak, har skorið verður upp, og klokkan 15.00 er klárt hjá fólki at koma eftir sínum parti. Mint verður á at hava egin íløt við.
Dagførd kl. 11.51
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald