Innanlands

Kunnu koma eftir seðlunum frá klokkan 16

Bátsformenninir ella teirra umboð kunnu frá klokkan 16 fara eftir seðlunum til grindina, sum legði beinini í Hvalba í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-07-16 14:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 16 kunnu bátsformenninir ella teirra umboð fara eftir seðlunum á kommunuskrivstovunum í Suðuroynni. Í Hvalba ber til at koma frá klokkan 15.

Tað upplýsir Jaspur Vang, sýslumaður.

Skift verður til alla Suðuroynna, og kommunurnar hava verið eftir hvalunum, sum tey hava fingið tillutað, og seinnapartin verður farið at skera upp.

Ilt er at siga hvussu nógv partarnir eru í skinnum, men talan er um størri partar enn vanligt, tí grindin er so mikið stór.

Tað vóru 252 hvalir og 35 springarar, sum løgdu beinini í Hvalba í gjárkvøldið. Tilsamans vóru 1472 skinn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder