Tað vera kanska eini 4000-5000 fólk, sum mánadagin hava tørv á at koma í kreppuskipanina hjá ALS.
Hetta segði Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS, í Degi & viku í gjárkvøldið.
Sambært útrokningum hjá Arbeiðsloysisskipanini merkir hetta, at ALS fer at rinda 108 milliónir út í lønum um mánaðin. ALS hevur 900 milliónir at taka av, og sostatt kann hendan skipanin ikki koyra í nógvar mánaðir.
Mesta útgjaldið frá ALS, sum áður hevur verið 17.500 er vaksið upp í 20.000 krónur umframt eftirløn og arbeiðsmarknaðargjøld. Serskipanin ger, at arbeiðsgevarar kunnu senda síni fólk heim uttan at siga teimum úr starvi, soleiðis at tey kunnu koma í starv tá covid-19 er hæsa av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald