Seinastu dagarnar hevur Spania verið rakt av ógvusligari hitabylgju, sum hevur koyrt hitan uppum 40 stig fleiri staðni í landinum.
Tí hava spansku heilsumyndugleikarnir heitt á fólk um at halda seg innandura, tá tað er heitast.
Mett verður, at nýtt hitamet kann verða sett í Spania ein av komandi døgunum. Har er hitametið fyri juni mánað 45,2 stig. Tað varð sett í Sevilla í 1965, og veðurfrøðingar vænta eisini, at hitin har kemur uppum tey 40 stigini fyrst í hesari vikuni.
Sambært DR er hitin í Spania í løtuni meira enn tíggju stig heitari, enn tað vanliga er í juni mánað.
Í august í fjør varð nýtt hitamet eisini sett í Spania. Tá kom hitin uppum 47 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald