Innanlands

Kunnu umbýta føroyska koyrikortið við eitt svenskt koyrikort

Frá 1. juli kunnu persónar við einum føroyskum koyrikorti í Svøríki býta sítt føroyska koyrikort um við eitt svenskt

(Mynd: fmr.fo)

(Mynd: fmr.fo)

2021-06-08 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrr í ár boðaði Fíggjarmálaráðið frá, at føroyingar í Svøríki sluppu undan at søkja um svenskt koyrikort og kundu halda fram at brúka føroyska koyrikortið, men skjótt fer at bera til at býta føroyska koyrikortið um við eitt svenskt, skrivar Fíggjarmálaráðið á heimasíðuna.

Svensku myndugleikarnir boða nevniliga frá, at frá 1. juli 2021 kunnu persónar við føroyskum koyrikorti í Svøríki býta sítt føroyska koyrikort um við eitt svenskt koyrikort.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fegnast um, at eftir at Føroyar í nógv ár hava trýst á sviar, fyri at føroyingar í Svøríki skulu sleppa at umbýta sítt føroyska koyrikort við eitt svenskt koyrikort uttan eina koyriroynd, hava svensku myndugleikarnir nú gjørt av at loyva hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder