Innanlands

Kunnu vænta okkum eitt heitari summar enn vanligt

Størsti parturin av Evropa kann vænta sær eitt heitari summar enn vanligt næstu seks vikurnar, halda veðurfrøðingar hjá evropeisku veðurstovuni ECMWF

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-06-21 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Líkt er til, at vit kunnu vænta okkum eitt heitari summar enn vanligt.

Tað er í øllum førum spádómurin hjá evropeisku veðurstovuni ECMWF fyri næstu seks vikurnar, skrivar Veðurstova Føroya.

– Størsti parturin av Evropa kann vænta sær eitt heitari summar enn vanligt. Hetta er serliga galdandi fyri Norðurevropa, bretsku oyggjarnar og alt Skandinavia – t.e. Danmark, Noreg og Svøríki. Hitalagið fer at liggja oman fyri tað normala í tí, sum er eftir av juni og allan juli.

Og norska veðurstovan væntar eisini turrveður og lýðku í Suðurnoregi til endan av juli. Men eisini økið vestanfyri fer at liggja undir einum hátrýsti fyri og øðrum eftir. Hetta fer eisini at fevna um leiðirnar kring Føroyar.

– Vanliga verður ikki farið seks vikur fram í tíðina, tá ið veðurfrøðingar spáa um veðrið. Tað kunnu gerast reinar gitingar. Nakrar dagar fram er vanliga í lagi, og viðhvørt eisini longri enn tað. Men tað eru hættir at gera langtíðarforsagnir. Tær snúgva seg um veðrið generelt, um tað vera há- og/ella lágtrýst, sum fara at leggja seg á økini – ikki um ættin fer at vera norðan ella sunnan, skrivar Veðurstovan.

Les meira her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder