Innanlands

Kunnu vænta seinkingar á suðuroyarleiðini komandi vikurnar

Vegna viðlíkahaldsarbeiði siglir Smyril við trimum motorum, og tí kunnu seinkingar væntast á suðuroyarleiðini frá í morgin, mánadagin 16. oktober, sigur Strandferðslan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-10-15 13:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi vikurnar kunnu væntast seinkingar á suðuroyarleiðini.

Tað boðar Strandferðslan frá á heimasíðuni.

– Vegna viðlíkahaldsarbeiði siglir Smyril við trimum motorum. Seinkingar kunnu sostatt væntast á leið 7 frá mánadegi 16. oktober og áleið tvær vikur fram, stendur á ssl.fo.

– Fráferðirnar hjá Smyril av Krambatanga mánadag, mikudag, og hósdag verða fluttar frá 11:30 til kl.12:00 og hósdag av Havnini frá kl. 14:15 til 14:45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder