Innanlands

Kurla verður ítróttahús

Bragdið og Hvirlan fáa ætlanin innivist í bygninginum á Hálsi, sum ikki longur verðurbrúktur til barnagarð

(Mynd: torshavn.fo)

(Mynd: torshavn.fo)

2020-09-24 08:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tórshavnar býráð skal á býráðsfundinum í kvøld taka støðu til eitt mál um at lata húsini niðjast á Sundsvegi, sum síðstu 20 árini hevur verið brúkt til barnagarð, til ítróttafeløgini á Tórsbreyt.

Tað er nú 20 ár síðan, at Føroya Tele tók barnaansingartrupulleikan í høvuðsstaðnum og keypti eini hús á Sundsvegnum fyri at innrætta tey til ansingarstovn fyri børnum hjá starvsfólkum. Samstarvssáttmáli varð gjørdur við Tórshavnar kommunu, og stovnurin fekk navnið Kurl@.

Kurla varð niðurløgd sum dagsstovnur í fjør. Kommunan hevði forkeypsrætt uppá ognina, og í summar samtykti fíggjarnevndin at gera keypsavtalu við Føroya Tele, tí ætlanin var, at ítróttarfeløgini, sum brúka Tórsbreyt, eitt nú Bragdið og Hvirlan, skuldu fáa innivist og brúksrætt til bygningin sum felagshøli.

Síðan er mælt til at góðkenna ein keypsprís uppá 3,5 milliónir. Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder