Dramatikkur í Vági í dag. Kringvarpið veit í kvøld at siga, at fyrstvaldi í Vágs kommunu, Levi Mørk, kortini ikki verður borgarstjóri.
Tað verður mest sannlíkt Bjarni Johansen. Á fundi har endaliga semjuskjalið millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin skuldi undirskrivast, boðaði partamaðurin hjá Levi Mørk, Bjarni Johansen, frá, at hann fór ikki at skriva undir.
Semjuskjalið segði millum annað, at Levi Mørk úr Javnaðarflokkinum skuldi vera borgarstjóri.
Hinvegin segði hann, at hann var farin í valbólk við Tjóðveldi. Tískil er sannlíkt, at Bjarni Johansen heldur fram sum borgarstjóri.
Tjóðveldi fekk fýra býráðslimir á valinum týsdagin, og hevur við Bjarna Johansen úr Javnaðarflokkunum nú meirilutan í Vágs býráð.
Við Dimmalætting sigur Levi Mørk, at hann er ómetaliga vónsvikin og følir seg stungnan í ryggin av floksfelaganum. Hann umhugsar at melda seg úr Javnaðarflokkinum aftaná hetta álitisbrotið.
Soleiðis er Vágs býráð mannað:
Listi B 197 atkvøður
Marin Malena Hentze Gaardlykke 44
Erhard Joensen 42
Listi C 341 atkvøður
Levi Ryggshamar Mørk 131
Bjarni Johansen 108
Rakul Nolsøe í Lágabø 28
Listi E 347 atkvøður
Arni Brattaberg 120
Bárður Gunnarstein Nielsen 47
Rógvi Kærbech 36
Jónleyg Olivia Finnsdóttir 31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald