Innanlands

KVF: Helst sannlíkt at Henrik Old fær sín vilja

Fyrireikingarnar til Dalstunnilin taka nakað av tíð, og sostatt er møguligt at fara í gongd við Fámjinstunnilin skjótt

Ørðaskarð (Savnsmynd: Landsverk / Vevmynd)

Ørðaskarð (Savnsmynd: Landsverk / Vevmynd)

2018-09-26 21:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Partar av landsstýrinum hava í dag umrøtt íkomnu støðuna Dalstunnilin og Fámjinstunnilin. Løgmaður hevur sagt, at tilmælið frá Landsverki skal fylgjast, og at Dalstunnilin skal gerast fyrst, meðan Henrik Old vil, at Fámjinstunnilin skal gerast fyrst.

Men útvarpið visti fyrr í dag at siga, at tað helst er sannlíkt at Henrik Old fær sín vilja, og at arbeiðið at gera Fámjinstunnilin byrjar, og at tunnilin verður boraður samstundis, sum arbeitt verður við at fyrireika tunnilin til Dals.

Yvirfriðingarnevndin skal siga gott fyri um Fámjinstuinnilin kann byrja, og tað fer nevndin væntandi at gera seinast í hesi vikuni, veit útvarpið.

Av tí at tað helst tekur nakað av tí at gera fyrireikingarnar til Dalstunnilin, og tí er møguligt at bora tunnilin til Fámjins fyrst.

Henrik Old hevur áður sagt, at Fámjinstunnilin kann vera liðugur til jól næsta ár, um byrjað verður beinanvegin. Eftir tað, skal vera klárt at byrja upp á Dalstunnilin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder