Ein maður og ein kvinna eru varðhaldsfongslað, tí tey eru skuldsett í málið um kynsligan ágang móti dóttir kvinnuna og stjúkdóttir mannin.
Ákærumyndugleikin boðar á Twitter frá, at kvinnan er í 30-unum, og varð varðhaldsfongslað á rættarfundi í Føroya rætti í gjár meðan maðurin, sum er í 40-unum, varð varðhaldsfongslaður fríggjadagin.
Færøernes ret har varetægtsfængslet en kvinde i 30erne i 11 dage bl.a for medvirken til seksuelle overgreb mod datter #anklager
— Færøernes anklagere (@AnklagerFO) March 28, 2020
Í telduposti til tíðindasíðuna In.fo upplýsir Linda Hesselberg, varafúti, at málið snýr seg um at gera sær dælt av sinnissjúku hjá einum persóni til at sníkja seg til samlegu við viðkomandi. Ein onnur grein snýr seg um samlegu við stjúkdóttir ella fosturbarn undir 18 ár.
Sambært ákærumyndugleikanum er kvinnan skuldsett fyri at hava viðvirkað til kynsligan ágang.
Gentan var yngri enn 18 ár, tá kynsliga sambandið skal vera byrjað, og helt á eitt ár til málið varð meldað, metir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald