Innanlands

Kvinna skuldsett fyri at stinga við knívi

Ein morgunveitsla í Havn sunnumorgunin endaði við, at ein maður varð stungin í hondina

2025-09-23 08:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gekk harðliga fyri seg á einum morgunballi í Havn sunnumorgunin. Illstøða uppstóð, sum endaði við, at ein persónur varð stungin í hondina, upplýsir løgreglan.

Fráboðanin um hendingina kom beint fyri klokkan 6 sunnumorgunin. Tað var á einum bústaði í Havn, har nógv ungfólk vóru savnað.

Tá var tað, at ein kvinna stakk við knívi móti einum manni, sum – helst fyri at verja seg – varð stungin í hondina. Knívsblaðið fór ígjøgnum hondina, men talan var ikki um álvarsligan skaða, verður sagt.

Sambært løgregluni vóru bæði rúsdrekka og onnur sterkari rúsevni frammi á ballinum.

Løgreglan brúkti tað mesta av sunnudegnum at finna fólkini, sum kundu greiða frá, hvat, ið var hent um morgunin.

Sunnukvøldið ringdi kvinnan, ið var undir illgruna fyri at hava stungið, sjálv á løgreglustøðina, og møtti seinni til avhoyringar.

Eftir at hava kannað málið víðari í gjár, hevur løgreglan tikið avgerð um at skuldseta kvinnuna fyri grovan harðskap. Málið er latið víðari til løgfrøðiliga viðgerð, og helst endar málið í rættinum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder