Innanlands

Familjan hjá kvinnuni sum setti eld á búgva í húsunum

Eitt annað fólk var inni í húsunum

2019-04-11 14:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað var ein ung kvinna, sum setti eld á húsini í Børkugøtu í Havn í gjár. Løgreglan handtók gentuna á staðnum, og hon játtaði seg seka.

Sambært Kanningardeildini hjá Løgregluni býr familjan hjá kvinnuni í húsunum. Kanningardeildin sigur fyri KVF, at hóast eldurin varð skjótt sløktur, so fóru húsini illa av eldi, royki og vatni.

Eitt annað fólk var í húsunum, men eingin fólkaskaði hendi.

Rættað: 15:43

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder