2025-05-15 15:16

Í dag byrjar ein listaframsýning við kvinnulist í Kolshøll á Eiði. Áleið 13 kvinnur luttaka.
Flestu teirra hava málningar, men onnur list verður eisini at síggja. Listasýningin verður sett í kvøld klokkan 18.
Tove Kruse Samuelsen, varaborgarstjóri, flytir fram røðu. Eftir hetta verður møguleiki at síggja ymisku verkini afturvið einum góðum kaffimunni og einum køkubita.
Framsýningin er opin soleiðis:
Hósdagin 15. mai - 18:00 til 20:00
Fríggjadagin 16. mai - 17:00 til 19:00
Leygardagin 17. mai - 15:00 til 17:00
Sunnudagin 18. mai - 14:00 til 16:00
Eiðis kommuna/Martin Kristoffur Kristiansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald