Í Norðanlondum eru stjórnirnar meira og meira stúrnar fyri heimsstøðuni. Hetta serliga vegna krígsførsluna hjá Russlandi, sum nú eisini hevur hermenn við finska markið. Mette Frederiksen hevur áður samanborið støðuna við ymiskt, sum hendi áðrenn 2. Heimsbardaga, og í dag hevur danska stjórnan sent eitt greitt signal á tíðindafundi: Man ger seg út, til at tað ringasta kann henda,
Hetta er serliga galdandi í mun til pening til verju. Danmark "dubbar" seg við at nýta væl meira pening til sína verju. Tað verður heilt skjótt sett í verk, at Danmark skal nýta beint undir tvey og eitt hálvt prosent av sínari bruttutjóðarúrtøku til herin.
Tað eru 40 milliardir krónir afturat til verjuna yvir eina stutta tíð. Tað merkir, at nýtslan til júst verjuna inannfyri næstu fýra árini fer at nærkast 200 milliardum krónur.
Danmark hevur seinastu árini styrkt seg við millum annað framkomnari hernaðarútgerð. Eisini hevur landið stuðlað Ukraina nógv fíggjarliga í stríðnum við Russland; millum annað við at lata hernaðarútgerð.
Danmark hevur ikki nakra loftverju enn, og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, staðfesti á tíðindafundinum í dag, at tað fer at taka langa tíð at fáa í lag.
Forsætisráðfrú Mette Frederiksen og hann staðfestu, at ætlanin er at økja talið á teimum við herskyldu upp til 5.000 fólk - í verandi støðu er tað 4.700 fólk. Danmark ynskir at liva upp til NATO-krøv, og sum nakað nýtt, verður tað javnsett millum kynini: Framyvir skulu kvinnur eisini kunna verða kallaðar inn í herin.
Hetta er nakað, ið skal ígjøgnum í Fólkatinginum áðrenn. Tað verður framvegis møuleiki at vera "hernaðarnoktari". Sum nú er, er hernaðarskyldan í Danmark í fýra mánaðir. Frá 2026 fer hon upp í ellivu mánaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald