Sum nakað heilt nýtt bjóðar Gentur Rokka Føroyar øllum kvinnum frá aldrinum 20 ár og til við 128 ár við á ”Kvinnur Rokka 2018”.
Í ár 9-11 novembur er tað fyrstu ferð, at Kvinnur Rokka legan verður hildin í Føroyum. Á leguni verður frálæra í ljóðførum og sangi og bólkasamanspæli. Kvinnurnar taka lut í spennandi verkstovum sum verða alt frá Jiu-Jitsu sjálvverju til áhugaverdar fyrilestrar.
Gentur Rokka er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir við at fáa fleiri gentur, kvinnur, transkynd og aðrar minnilutabólkar í samfelagnum at spæla tónleik, standa á palli og tora at traðka fram.
Høvuðsstuðilin til Kvinnur er Klaksvíkar Kommuna, sum hevur stuðlað við hølisviðskiftum, gisting o.a.
Harafturat hevur Jacqson stuðlað við konserthøli og mati.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald