2020-11-10 20:27

Í Fugloy gjørdist tað afturval til teir tríggjar limirnar, sum manna fráfarandi bygdaráð.
Símun Gullaksen í Hattarvík gjørdist toppskorari við við 13 atkvøðum, meðan sitandi borgarstjóri, Amalia í Frammistovu, og Marit Fríða Christiansen, báðar av Kirkju, fingu ávikavist 11 og 7 atkvøður.
Sostatt var afturval. Símun Gullaksen varð ikki valdur á valinum seinast, men hevur sitið í kommunustýrinum eftir at Jógvan Páll Poulsen tók seg úr kommunustýrinum.
Símun Gullaksen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald