Innanlands

Kvívíkar kommuna selur grundøki til bústaðarbygging í Leynum

Talan er um nýggju grundstykki, sum eru tilsamans 4.805 fermetrar, og sum verða seld undir einum

(Mynd: Kvívíkar kommuna)

(Mynd: Kvívíkar kommuna)

2025-07-17 21:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kvívíkar kommuna hevur sett níggju grundstykki í Leynum til sølu til bústaðarbygging.

Grundstykkini, sum eru tilsamans 4.805 fermetrar, eru í Ovara Gerði sum er bústaðarøki B í byggisamtyktini hjá kommununi, ætlað til sethús við í mesta lagi tveimum íbúðum, og – eftir serloyvi frá byggivaldinum – tvíhús, raðhús, ketuhús ella aðrar líknandi bústaðir fyri eitt húski, skrivar Kvívíkar kommuna.

Ognirnar verða seldar undir einum, og áhugaðir keyparar verða bidnir um at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og nær bygging kann verða framd.

Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum bústaðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið. Kommunan tilskilar sær rætt til at velja tað boðið, sum verður mett hóska best til tørvin og ætlanina fyri økið, skrivar kommunan.

Freistin at bjóða uppá grundstykkini er 22. september klokkan 12.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder