Uttanlands

Kyiv raktur av stórum russiskum dronuálopi í nátt

Ein persónur lat lív, og í minsta lagi 23 onnur vórðu særd – 1,2 milliónir húski eru uttan streym í morgun

Bjargingarfólk í Kyiv (Mynd: EPA)

Bjargingarfólk í Kyiv (Mynd: EPA)

2026-01-24 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri partar av ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv vórðu í nátt raktir av russiskum dronum.

Talan er, sambært ukrainskum myndugleikum, um eitt risastórt álop.

Vitalij Klitsjko, borgarstjóri í Kyiv, upplýsir, sambært Ritzau, at ein persónur hevur latið lív í álopinum, og at fýra vórðu særdir, harav trý vórðu koyrdir á sjúkrahús.

Í næststørsta ukrainska býnum, Kharkiv, sum liggur 30 kilometrar frá russiska markinum, vórðu eisini fleiri býarpartar álopnir. Har vórðu 19 persónar særdir, skrivar Reuters.

Sambært ukrainska herinum hevur Russland í nátt brúkt 375 dronur og 21 rakettir í álopunum á Ukraina.

Álopini hava ávirkað ukrainsku orkuveitingina, og 1,2 milliónir húski eru í morgun uttan streym. Í Kyiv eru eisini nærum 6.000 aðrir bygningar uttan hita, meðan kuldin er niðri á tíggju kuldastigum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder