Í løtuni vitja fýra menn úr Nepal á Tvøroyri, har teir skulu byggja eina gróttrappu í niðurgongdini frá Grindini, oman í Hvannhaga, vestara part.
Tað er norska fyritøkan Stibyggjaren AS, ið stendur fyri arbeiðinum við gerð av Føroya fyrstu sonevndu ”sherpa-trappu”.
Hetta er eitt vælkent fyribrygdi í Noregi, har sherpa-fólk úr Himalaia fjøllunum gjøgnum 20 ár hava bygt meiri enn 200 trappur og náttúrugøtur í brattlendi.
Tvøroyrar Kommuna/Visit Suðuroy eru stigtakarar, og standa fyri verkætlanini, sum hevur fingið játtað stuðul frá Betri, Nordea-fonden og Visit Faroe Islands.
Avtala er gjørd við teir fimm hagarnar, ið eiga í Hvannhaga vestara parti.
Í sambandi við arbeiði verður grót í dag flutt við tyrlu av økinum á Rananum yvir í Hvannhaga, upplýsir tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu.
Sending frá NRK um sherpar, ið gera fjallagøtur í Noregi
Fyri summi kann tað vera ein avbjóðing at koma oman í Hvannhaga. Nú gerast umstøðurnar betri (Savnsmynd: Pól Sundskarð)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald