
Eingin tilburður av koronu var staðfestur í teimum 156 kanningum, sum vórðu gjørdar í gjár.
Hetta er samstundis lægsta talið í longri tíð, tí ikki síðani síðst í apríl eru so fáar kanningar gjørdar upp á eitt samdøgur.
Seinastu tíðina hava tað sum oftast verið fleiri hundrað kanningar ella fleiri enn túsund kanningar um samdøgrið, men nú fólk ikki longur verða tvungin at kanna seg við komu til Føroya, er hetta talið minkað munandi.
Síðani í gjár, eru tvey fólk staðfest frísk aftur eftir at hava verið positiv við koronu, og harvið eru tað nú bara trý fólk, sum eru positiv í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald