Innanlands

Lægsta talið av umsóknum síðan 2007

Í ár komu 24 umsóknir inn um stuðul úr Granskingargrunninum – tilsamans verður søkt um góðar 23 mió. krónur

Mynd: Granskingarráðið

Mynd: Granskingarráðið

2020-02-24 15:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Freistin at søkja um stuðul úr Granskingargrunninum var úti seinasta leygardag, 15. februar, og 24 umsóknir komu inn.

Sambært heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, er hetta lægsta talið av umsóknum síðan 2007. Tað hægsta talið av umsóknum, sum nakrantíð er komið inn er 48 – tað var í 2014.

Tilsamans verður søkt um góðar 23 mió. krónur, sum er nakað tað sama sum í fjør, tá 31 umsóknir komu inn. Tó eru bert upp til 7,5 mió. krónur tøkar til stuðul í ár, og vanliga fáa millum 8 og 12 umsóknir játtað stuðul árliga.

Farið verður nú undir at kanna og síðani viðgerða umsóknirnar, og kunnu umsøkjarar vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder