Innanlands

Lækka rentuna á grønum lánum

Betri Banki lækkar rentuna á orkulánum, sum millum annað kunnu nýtast til at skifta tak, bjálva bústaðin ella nýggjar orkuskipanir

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-09-04 19:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rentan á orkuláni hjá Betri Banka lækkar úr 2,25 prosent niður í 1,75  prosent. Hetta ger, at kundar, sum vilja gera orkuvinarligar umvælingar, fáa ágóðan av eini lægri rentu. Orkulán kann m.a. nýtast til at skifta tak, bjálva bústaðin ella nýggjar orkuskipanir.

Eisini lækkar rentan á grøna billáninum. Rentan er broytilig í mun til útgjaldið, men lægsta rentan lækkar úr 2,50 prosent niður í 1,75 prosent.

Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka, sigur at hetta er ein liður í at fáa føroyingar at gera fleiri grønar íløgur.

- Vit síggja størri og størri eftirspurning eftir umhvørvisvinarligum loysnum, og tí vilja vit gera tað bíligari hjá føroyingum at taka lán til hetta endamálið, sigur Olav Guttesen.

Broytingarnar koma í gildi 4. oktober 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder