Frá 1. mars sleppa 37 neyðhjálparfelagsskapir, harundir Læknar uttan landamørk ikki longur at virka í Gaza.
Avgerðin er tikin, tí at felagsskapirnir ikki hevur sent inn listar yvir lokal starvsfólk, sum er eitt krav, sum er galdandi fyri allar hjálparfelagsskapir, sum virka í økinum.
Tað var í desember, at Ísrael boðaði frá, at hjálparfelagsskapirnir ikki sleppa at virka í Gaza frá 1. mars, og í gjár boðaðu ísraelskir myndugleikar frá, at mann var í holt við at niðurleggja arbeiðið hjá Læknum uttan landamørk
Ísraelskir myndugleikar hava áður hildið uppá, at tvey starvsfólk hjá Læknum uttan landamørk høvdu samband við Hamas og Islamisk Jihad. Hetta hevur felagsskapurin víst aftur, skrivar Ritzau.
Læknar uttan landamørk sigur seg hava veitt umleið 20 prosent av sjúkraseingjunum í Gaza og hava rikið umleið 20 heilsumiðstøðir. Í 2025 veitti felagsskapurin yvir 800.000 læknaviðtalur og hjálpti við yvir 10.000 føðingum. Eisini veitti felagsskapurin drekkivatn.
Felagsskapurin sigur, at hann hevur roynt at samskifta við Ísrael um støðuna í fleiri mánaðir men til fánýtis. Læknar uttan landamørk hava ikki upplýst nøvnini á starvsfólkum, tí ísraelsku myndugleikarnir hava ikki givið ítøkiligar váttanir fyri trygdini hjá starvsfólkunum.
Felagsskapurin heldur, at avgerðin hjá ísraelsku myndugleikunum er ein umbering fyri at forða fyri neyðhjálp til Gaza.
Læknar uttan landamørk fara úr Gaza 28. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald