Innanlands

Læknavaktin flytir – fyribils – av Landssjúkrahúsinum

Flytir í læknahølini í Kirkjustræti í Hoyvík um kvøldarnar og í dagtímunum í vikuskiftunum

Læknahúsið í Kirkjustræti (Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)

Læknahúsið í Kirkjustræti (Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)

2020-04-06 15:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri at fyribyrgja koronasmittu á Landssjúkrahúsinum, er avgerð tikin um at flyta Læknavaktina av Landssjúkrahúsinum. Tað boðar sjúkrahúsið frá í dag.

Læknavaktin verður fyribils flutt í hølini hjá Amaliu Danielsen í Kirkjustræti í Hoyvík. Læknavaktin heldur tó framvegis til á Landssjúkrahúsinum um náttina.

Tey, ið vilja hava fatur á Læknavaktini, skulu eins og áður ringja 1870.

Frá týsdegnum 7. apríl heldur Læknavaktin til á hesum støðum hesar tíðir:
• Í Kirkjustræti gerandisdagar klokkan 16 til 24.
• Í Kirkjustræti vikuskifti og halgidagar klokkan 8 til 24.
• Á Landssjúkrahúsinum frá klokkan 24 til 8 allar dagar sum vant.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder