Innanlands

Læknavaktin: - Eg trúði ikki mínum egnu eygum

Jógvan Skorheim er bilsin og ónøgdur um avgerðina hjá kommunulæknafelagnum. Býráðslimurin í Klaksvík

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2023-05-31 12:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Eg gjørdist ikki sørt bilsin tá ið gjár las, at framyvir skulu vit brúka 15 ymisk telefonnummur fyri at fáa fatur á læknavaktini. Eg trúði ikki mínum egnu eygum. 15 ymisk telefonnummur skulu vit velja í millum, og um tað ikki var nokk, so skulu vit eisini halda skil á hvønn dag júst givna telefonnummar svarar og júst nær á degnum.

Soleiðis skrivar Jógvan Skorheim í dag í lesarabrævi sum eina viðmerking til avgerðina hjá kommunulæknafelagnum um at avtaka 1870 og seta eina nýggjan skipan í verk.

Les eisini: Gevast nú við 1870 - ymisk nummur skulu nýtast

Býráðslimurin í Klaksvík, sum áður hevur verið løgtingslimur, vísir á, at talan er um grundleggjandi trupulleika í skipanini.

- Góð heilsutænasta eigur at vera grundsúlan undir einum vælferðarsamfelagi. Meðan eykajáttanir fyri 100 tals milliónir fara smidliga gjøgnum politisku skipanina, og almenni geirin bara veksur, hevur man ikki ráð til at geva borgarinum eina grundleggjandi heilsutænastu. Tað er als ikki haldbart.

Jógvan Skorheim stúrir serliga fyri eldru borgarunum og eftirlýsir eina betri frágreiðing og smidligari loysn í lesarabrævinum: 

- Skal man fara á alnótina fyri at finna út av hvønn man skal ringja til, tá ið man hevur brúk fyri læknavaktini? Skulu eldri borgarar ella onnur í eru í neyð, fyrst hugsa um internetsamband, snildtelefonir ella at fáa onkran at hjálpa sær fyri at fáa fatur á læknavaktini?

Sí alt lesarabrævið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder