Innanlands

Lagaligari treytir í sambandi við pensjónistar

Nú verða pensjónistar ikki ‘revsaðir’ um teir hava fingið nakrar fáar túsund krónur í kapitalinntøku, t.d. vinningsbýti

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-16 10:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt samt løgting samtykti í gjár, at treytirnar at fáa viðbót til ávísar pensjónistar, eisini kallað brennistuðul, nú gerast lagaligari. Hetta merkir, at pensjónistar, ið t.d. fáa eitt vinningsbýti á nakrar túsund krónur, kunnu varðveita brennistuðulin. 

Við tí endamáli, at pensjónistar í størri mun kunnu hava kapitalinntøkur, samstundis sum tey fáa brennistuðul, hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum, fyrr í ár borið Løgtinginum eitt lógaruppskot, ið hevur við sær, at markið fyri kapitalinntøkur hækkar. Eftir at trivnaðarnevndin í Løgtinginum hevur mælt til heilt at taka markið burtur, hevur Løgtingið einmælt samtykt uppskotið.

Fólkapensjónistar, føddir áðrenn 1953, kunnu fáa brennistuðul. Fólkapensjónistar føddir aftaná 1952 hava ikki rætt til brennistuðul, men fáa í staðin hægri pensjónsviðbót. Ásetingin, sum nú er strikað, hevur sostatt havt við sær, at eldri fólkapensjónistar hava verið verri stillaðir í sambandi við brennistuðul.

Sambært lógini, sum higartil hevur verið galdandi, hevur ein pensjónistur ikki havt rætt til brennistuðul, um hann hevur havt kapitalinntøkur hægri enn 2.000 krónur. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at tað á ongan hátt hevur verið nøktandi, at ein pensjónistur, hevur mist eina upphædd, sum er hægri enn tað, sum hann hevur fingið.

Sambært samtyktu lógini, sum er galdandi frá 1. januar ár, er markið á 2.000 krónur tikið burtur, og ein stakur pensjónistur kann sostatt hava inntøkur upp til 60.000 krónur íroknað kapitalinntøkur, áðrenn brennistuðulin fellur burtur. Eini hjún kunnu tilsamans hava inntøkur upp til 80.000 krónur og samstundis fáa brennistuðul, skrivar Almannamálaráðið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder