PFAS er felagsheiti fyri ein bólk av umhvørvisdálkandi evnum, sum kunnu hava heilsuskaðilig og umhvørvisskaðilig árin. Seinastu árini hevur PFAS dálking verið nógv umrødd, tí økir í grannalondum okkara hava víst seg at vera dálkaði við hesum evnunum. Fyri at fáa eina mynd av støðuni í Føroyum, vórðu kanningar gjørdar, serliga av vatnumhvørvinum.
PFAS-kanningar vórðu gjørdar av grundvatni, rávatni, drekkivatni, frárensluvatni og í evju frá tyrvingarplássum. Harumframt vórðu lívrunnin tøð frá biogassverkinum Førka eisini kannað.
Einki PFAS varð funnið í teimum kannaðu sýnunum av grundvatni, rávatni og drekkivatni, uttan ein sera lítil nøgd av PFAS í einum sýni av drekkivatni, men nøgdin var so lág, at tað bert akkurát bar til at máta, og var væl undir nýggju markvirðunum fyri PFAS í ES og Danmark.
Einki PFAS varð funnið í lívrunnu tøðunum frá biogassverkinum.
PFAS varð funnið í frárensluvatni frá tyrvingarplássinum í Húsahaga, og í frárensluvatni og evju frá niðurlagda tyrvingarplássinum í Havnardali, men nøgdirnar í frárensluvatninum vóru lágar og innihaldið í evjuni var væl lægri enn donsku markvirðini.
Úrslitini av hesum kanningunum vísa sostatt, at dálkingin av PFAS í vatni í Føroyum er lítil.
Kanningin av PFAS í føroyska umhvørvinum varð gjørd í samstarvi millum Umhvørvisstovuna og Heilsufrøðiligu starvsstovuna.
PFAS (Per- og polyFluoroAlkyl Sambindingar) er ein bólkur av evnum, sum verða brúkt í nógvum ymiskum vørum, serliga sum vætu- ella feittverja í klæðum, skóm, pappíri, pappi, teppum, køksútbúnaði, o.s.fr., men PFAS er eisini í máling, olju o.l. og í eldsløkkingarskúmi. PFAS evnir eru umhvørviseitur, sum niðurbrótast sera seint í náttúruni, kunnu flytast langa leið við luft og sjógvi, og nøkur hópast upp í føðiketuni, umframt at tey kunnu hava skaðilig árin á fólk og djór. Fleiri PFAS evnir eru bannað í ES og altjóða Stockholm-sáttmálanum, og uppskot eru frammi í ES um at banna enn fleiri PFAS evnum og PFAS evnisbólkin sum heild.
Umhvørvisstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald