Tað verður stríð um formanssessin í grønlendska flokkinum Siumut. Umframt sitandi formannin, Erik Jensen, er fyrrverandi formaðurin Kim Kielsen eisini við í stríðnum umframt unga Aki-Matilda Høegh-Dam, ið er sinnað at siga fólkatingssessin frá sær fyri at gerast forkvinna í flokkinum.
Tað skrivar grønlendska kringvarpið KNR.
Nýggjasta valevnið í stríðnum er júst Aki-Matilda Høegh Dam, sum sunnudagin skrivaði á Facebookvanga sínum, at hon er sinnað at stilla upp.
Men tað eru bert lokalu veljarafeløgini, sum kunnu stilla upp evni til formansvalið, so enn er ikki greitt hvør verður við, tá endaliga avgerðin skal takast.
Landsfundurin í Siumut verður hildin um ólavsøkumundið, 28. til 30. juli.
Um so er, at Aki-Matilda Høegh-Dam verður vald, fer hon at siga fólkatingssessin frá sær. Hesin sessur verður so yvirtikin av prestinum Markus E. Olsen, ið er fyrsti varamaður á fólkatingslistanum hjá Siumut.
Markus E. Olsen er ikki longur prestur. Hann fór frá í november í fjør eftir at hann fyribils varð loystur úr embætinum, tá stórt hóvasták varð gjørtu burtur úr eini prædiku hann helt í Nuuk á tjóðardegnum 21. juni í fjør, har guðstænastan endaði við siðbundnum trummudansi.
Ein av umstríddu útsøgnunum hjá Aki-Matilda Høegh-Dam var, tá hon í einum poddi á Berlingske í mai varð spurd um hon vildi seta dagfesting á nær Grønland fekk fullveldi.
- Mítt besta boð er, at eftir næsta val í Grønlandi, fara samráðingarnar í gongd. So 2030 er eitt gott boð, segði hon.
Og Markus E. Olsen, sum stendur at taka yvir fólkatingssessin, er ikki bangin fyri at yvirbjóða.
- Um tað er møguligt, so fær Grønland fullveldi í 2029. Í seinasta lagi, sigur hann sambært knr.gl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald