Innanlands

Laksatorgið nýggja staðseting

Vælumtókta Laksatorgið verður í ár í hugnaliga umhvørvinum niðri á støð á Glyvrum

2019-06-28 21:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Vælumtókta Laksatorgið verður í ár í hugnaliga umhvørvinum niðri á støð á Glyvrum tann 20. juli frá. Økið er væl skipað, strondin er skamt harfrá, neyst liggja framvið umframt snotuligu húsini hjá bátafelagnum, skrivar Runavíkar kommuna.

Virkið hjá Bakkafrost er eisini í økinum, og júst hendan dagin, sum Laksatorgið er, fer Bakkafrost at hava opið hús og bjóða gestum inn at síggja virkið.

Tiltakið varð fyrstu ferð roynt í 2001, og síðani hevur Laskatorgið ment seg til at vera eitt sera vælumtókt fólksligt tiltak. Undirtøkan er vaksin á hvørjum ári, og fleiri tiltøk eru afturvendandi, so sum smakkiroyndir úr rávøru frá Bakkafrost.

Skráin er um at verða liðug, og vit kunnu avdúka, at tað verða bæði góður tónleikur, undirhald á sjógvi og landi, barnatiltøk og ikki minst søla av laksi, sum fara at seta dám á dagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder