Tað var fyrrapartin 5. mars, at Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi boðaði frá, at Hotel Vágar skuldi brúkast til sóttarhald í sambandi við koronavirusið. Fyrsti tilburðurin av covid-19 koronavirusinum í Føroyum varð staðfestur 4. mars.
Innlit, sum Portalurin hevur fingið í teldupostsamskifti millum Heilsumálaráðið og Hotel Tórshavn, sum rekur Hotel Vágar, vísur at myndugleikarnir fáa hotellið fyri hálvan prís.
Prísurin fyri at leiga Hotel Vágar er góðar 15.000 krónur um dagin umframt mat og drekka fyri 450 krónur um dagin fyri hvønn persón, sum er í sóttarhaldi.
Í teldupostsamskiftinum verður nevnt, at prísurin fyri leigu av hotellinum, er minni enn hálvur prísur av tí, sum tað vanliga verður selt fyri. Eisini verður nevnt, at tiltøk ráðstevna, fundir og kømur longu vóru bíløgd, og at hetta mátti flytast og avlýsast.
Pláss er fyri 25 fólkum á Hotel Vágum, men siga vit, at tíggju fólk eru á hotellinum, er kostnaðurin knappar 20.000 krónur um dagin. Sostatt rindar landið kost og logi á Hotel Vágum fyri einar 600.000 krónur um mánaðin. Nevndu prísirnir eru við meirvirðisgjaldi, sum landið fær aftur.
Fyri nøkrum døgum síðani valdi hotellið tó at hækka prísin við 100 krónum fyri hvørt kamar um dagin. Hetta tí, at “trýstið á starvsfólkið á Hotel Vágum er munnandi størri enn væntað varð frá byrjan, og fyri at veita bestu room service, sum tilmælt er frá yvirlæknanum”, stendur í samskiftinum millum Heilsumálaráðið og hotellið.
Eingin formlig avtala er gjørd millum tey, sum reka hotellið og heilsumyndugleikarnar.
- Talan er um serligar umstøður. Heilsumálaráðið hevur ikki enn viðgjørt hækkingina av prísinum. Undir viðgerðini verður talan um at meta, um útreiðslan er rímilig til ta veittu tænastuna, verður sagt úr Heilsumálaráðnum.
Kaj Leo Holm Johannesen bað í síðstu viku fíggjarnevndina um pening til endamálið. Fíggjarnevndin hevur hesa vikuna játtað 2,3 milliónir krónur til epidemitilbúgving til fólk sum eru í kravdum sóttarhaldi á Hotel Vágum og í íbúðum.
Talan er um 1,7 milliónir til gisting og vistarhald og 600.000 krónur til fyriskipan, serfrøði, serligan flutning og annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald