
Mánadagin undirskrivaðu Tórshavnar kommuna og sp/f Landleiðin undir 12 ára sáttmála um ruskinnsavning í kommununi.
Sáttmálin kemur í gildi um eitt ár, 1. oktober 2026. Tá verður øll ruskinnsavnan í størstu kommunu í landinum framd av elbilum. Hetta fer at hava minni óljóð og dálking við sær, vísir borgarstjórin á
- Vit gleða okkum til samstarvið við Landleiðina. Tað eru fleiri fyrimunir við at skifta til elbilar í ruskinnsavningini. Fyri grannaløgini merkir tað minni óljóð og minni dálking, og av somu orsøkum fer tað eisini at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, sum taka ruskið, sigur Elsa Berg.
Hon leggur afturat, at elbilarnir krevja minni viðlíkahald enn dieselbilarnir og væntandi hava eina longri livitíð eisini
Skulu hava sjey bilar afturat
Jón Thomasen, stjóri í sp/f Landleiðini, sigur við torshavn.fo, at felagið nú fer at keypa sjey nýggjar ruskbilar – og tað verða elbilar.
- Tað síggi eg onki ræðandi í. Teir larma og dálka minni, og tað kann bara vera ein fyrimunur. Eg vil siga so mikið sum, at eg haldi vit eru tey einastu í landinum, sum hava royndir við el-vinnuakførum,” sigur Jón Thomasen.
Sp/f Landleiðin varð stovnað í 2019, men áðrenn tað hevði sp/f Jón Thomasen ábyrgdina av ruskinnsavningini í Tórshavnar kommunu árini 2010-2017.
Elsa Berg, borgarstjóri, og Jón Thomasen, stjóri í sp/f Landleiðini, skriva undir nýggja sáttmálan
Nógv fólk vóru í Williamsstovu á ráðhúsinum, tá sáttmálin varð undirskrivaður. Jón Thomasen sigur, at øll familjan so ella so er partur av sp/f Landleiðini (Myndir: torshavn.fo)
Fimm tilboð frá trimum
Tórshavnar kommuna upplýsir, at tríggir arbeiðstakarar góvu tilsamans fimm tilboð um ruskinnsavningina.
Trý tilboð vóru við el-ruskbilum og tvey tilboð við diesel-ruskbilum. Tilboðið hjá sp/f Landleiðini var tað lægsta við el-ruskbilum – góðar 13,6 millónir. krónur um árið.
Verandi sáttmáli, sum Tórshavnar kommuna hevur við IR-Lastbilar um ruskinnsavning í kommununi, gongur út 30. september 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald