Innanlands

Landsfelag Pensjónista fingið puntakekk frá DAS

Kekkurin var upp á 40.460 krónur.

(Mynd: Nudlavirkið)

(Mynd: Nudlavirkið)

2026-10-08 15:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í síðstu viku handaði Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, Landsfelag Pensjónista, ein kekk, áljóðandi 40.460 krónur.

Tað gjørdi stjórin vegna íslendska DAS-happadráttin, sum fyri lítlum ári síðani fór í samstarv við Landsfelagið um at fáa pensjónistar og onnur bindiáhuga runt landið frá fyrst í februar í ár og til í summar at binda ella hekla puntar í støddini 15 x 15 cm. Puntarnir vóru latnir Landsfelag Pensjónista, sum síðani savnaði teir saman og lat teir víðari til Nudlarvirkið.

Fyri hvønn puntin varð lovað Landsfelagnum kr. 10, og var peningaupphæddin oyramerkt til okkurt felags átak, føroyskum pensjónistum at frama.

Myndin er tikin uttanfyri skrivstovuna hjá Landsfelag Pensjónista á Argjum, tá stjórin á Nudlavirkinun, Niels Uni Dam, handaði nevndini í Landsfelagnum kekkin.

Aftara rað frá vinstru: Alfred Olsen og Astrid Jacobsen. Fremst frá vinstru: Johild Joensen, Maria Osen, næstforkvinna, Gunnleyg Durhuus, skrivari, og Beate L. Samuelsen, forkvinna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder