Innanlands

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi fyribils útsett

Orsakað av koronastøðuni, er tað ikki ráðiligt at hava hurð-til-hurð landsinnsavning fyrst í september, og er innsavningin tí fyribils útsett, sigur Reyði Krossur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-18 13:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Reyði Krossur skipar á hvørjum ári fyri eini landsinnsavning, ið hevur til endamáls at savna inn pening til hjálpararbeiðið í Føroyum og kring heimin.

Hóast tilbúgvingin hjá Reyða Krossi her í Føroyum hevur verið virkin meginpartin av árinum, og hóast neyðin kring heimin er ovurstór í hesum døgum, førir koronastøðan tíverri við sær, at tað ikki er ráðiligt at halda eina vanliga hurð-til-hurð landsinnsavning fyrst í september mánað. Landsinnsavningin er tí fyribils útsett.

Kunnað verður nærri, tá støða er tikin til nær ella um hon skal haldast í 2020.

– Reyði Krossur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder