Innanlands

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi verður 2. september

Leygardagin fara sjálvboðin at ganga hús í hús kring alt landið fyri at savna pening inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi

Leygardagin fara sjálvboðin at savna pening inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi (Mynd: Reyði Krossur)

Leygardagin fara sjálvboðin at savna pening inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi (Mynd: Reyði Krossur)

2023-08-30 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin, hin 2. september fara fleiri enn 500 sjálvboðin at ganga hús í hús kring alt landið, fyri at savna pening inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.

– Vit vóna, at innsavnararnir verða væl móttiknir og vit heita á fólk um at hava reiðan pening við hús, skrivar Reyði Krossur í tíðindaskrivi.

– Við at lata nakrar krónur í bússuna hjá innsavnaranum kanst tú vera við til at hjálpa, har neyðin er størst, bæði í Føroyum og úti í heimi.

Reyði Krossur sigur, at tað eisini ber til hjá fyritøkum, feløgum, kommunum, stovnum og øðrum at stuðla.

– Til ber at skráseta stuðulin á heimasíðuni, og fáa eina rokning senda. Fyritøkur o.tíl., ið ynskja at vera sjónlig, kunnu skráseta tað á frymlinum, og navnið verður lýst á takkarsíðuni, sum verður almannakunngjørd, tá innsavnaði peningurin er taldur upp.

Fólk, ið ynskja at hjálpa Reyða Krossi við at gerast innsavnari kunnu tekna seg á heimasíðuni hjá Reyða Krossi.

– Spáka ein túr við tínari familju, ommu, systir ella vinkonu, ella við tínum pápa, soni ella starvsfelaga – og veri við til at hjálpa okkum at hjálpa. Peningurin, ið verður savnaður inn, kann hava alt at siga fyri ein persón ella eina familju, antin í Føroyum ella úti í heimi, sigur Reyði Krossur, sum leggur afturat, at øll, sum ganga við bússu eru við í lutakastinum um tvey gávubrøv frá Atlantic Airways.

Tey, sum ynskja at ganga við bússu í høvuðsstaðnum nýtast tó ikki at tekna seg áðrenn, sigur Reyði Krossur.

– Skalt tú ganga í Tórshavn, er ikki neyðugt at tekna teg áðrenn – tá ert tú vælkomin at møta í hølunum hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka 10 á sjálvum degnum, millum kl. 10:00-17:00. Her skráseta vit títt navn, og tú fært eitt rutukort og eina bússu, sum skal vera inni aftur í seinasta lagi kl. 18:00.

Meira kunning um, hvussu ber til at stuðla ella tekna seg sum innsavnara, sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder