
Sunnukvøldið 15. november klokkan 19 verður árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi.
Ársins landsinnsavning skuldi upprunaliga vera í september, men orsakað av covid-19 farsóttini var hetta ikki mett ráðiligt.
Nú boðar Reyði Krossur tó frá, at landsinnsavningin verður skipað sum beinleiðis sjónvarpssending. Kringvarpið sendir úr Norðurlandahúsinum í annaðkvøld.
Á skránni verður undirhald, samrøður og innsløg.
Peningurin, sum verður savnaður inn, fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum og kring heimin. Meira kunning um tiltakið fæst á heimasíðuni hjá Reyða Krossi Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald