Innanlands

Landsinnsavningin hjá Sinnisbata er útsett til komandi ár

Sum støðan er í løtuni, verður ikki mett, at tað er ráðiligt, at skipa fyri landsinnsavning, sum ætlanin var, at gera fyri fyrstu ferð í ár.

2020-08-20 10:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sinnisbati: Landsinnsavningin hjá Sinnisbata, sum skuldi vera í Sálarheilsuvikuni, ið er frá 5. til  11. oktober, er útsett til komandi ár.

Sum støðan er í løtuni, verður ikki mett, at tað er ráðiligt, at skipa fyri landsinnsavning, sum ætlanin var, at gera fyri fyrstu ferð í ár.

Arbeitt verður í løtuni við, hvussu vit kunnu skipa okkum komandi tíðina, tillaga arbeiðið og fyrireika okkum til komandi ár.

Fíggjarligur stuðul frá fólkum og fyritøkum, hevur alt at siga fyri arbeiði hjá felagnum. So um tú hevur hug at stuðla arbeiðnum hjá Sinnisbata, ber til at lata eitt oyra á fylgandi kontur:

Betri Banki: 9181-0001330898
Bank Nordik: 6460-0001639465
Norðoya Sparikassi: 9865-0001024242
Suðuroy Sparikassi: 9870-0001017757

Eisini ber til at gerast limur í felagnum, bæði sum einstaklingur og sum fyritøku.

Les meira her: http://sinnisbati.fo/studla/

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder