390 krónur. Hetta er kostnaðrin fyri hvørja koronakanning, ið verður gjørd við landamørkini hjá Føroyum. Ætlanin var, at tey sum ynsktu at verða kannaði skuldu rinda hetta sjálvi, og tað verður framvegis hugt uppá hendan møguleikan.
Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen í Degi og Viku í gjár. Har upplýsti landstýrismaðurin í heilsumálum, at restina av mánaðinum fáa øll ferðandi, ið koma til Føroyar, eina ókeypis koronakanning.
Heimild er ikki til, at ferðafólk sjálvi skulu rinda, og tað kostar landskassanum áleið tvær milliónir krónur fyri juli mánaða. Peningurin verður møguliga fingin til høldar við fíggjarnevndarskjali, nú Løgtingið er farið í summarfrí, sigur Kaj Leo Holm Johannesen við Kringvarpið. Landstýrismaðurin slær eisini fast, at hetta á ein hátt er ein íløga til vinnulív og og samfelagið.
Óvist er, um skipanin heldur fram eftir 31. juli, ella um til dømis ein heimild verður fingin til høldar, har tey ferðandi ið ynskja eina koronakanning kunnu rinda fyri hana.
Sí innslagið úr Degi & Viku her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald