2020-04-06 18:18
Lars Fodgaard Møller er frá í dag at rokna sjúkrameldaður. Hesum boðar danska Stýrið fyri sjúklingatrygd frá í tíðindaskrivi.
Stýrið røkir framhaldandi landslæknaembætið í Føroyum, herundir uppgávur í sambandi við covid-19 smitttuna.
Stýrið fyri sjúklingatrygd fer at tryggja, at landslæknauppgávan í Føroyum heldur fram sum áður. Tað gera vit við at gera brúk av fakfólki aðrastaðni í skipanini, veður sagt.
Í tíðindaskrivinum verður eisini nevnt, at sjúkrameldingin ikki er orsaka av sjúku av covid-19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald