Tey bæði fólkini sum eru skuldsett í málinum um harðskap móti smábarni eru nú leyslatin. Kvinnan var leyslatin fyri tveimum vikum síðani og maðurin varð leyslatin í dag.
Ákæruvaldið heitti annars á dómaran um at leingja varðhaldsfongslingina meðan løgreglan arbeiðir við at kanna málið, men Føroya rættur metti ikki grundarlag vera fyri at hava sitandi í varðhaldi.
Avgerðin varð kærd til Landsrættin, sum í dag hevur staðfest avgerðina, og metir harvið at grundarlag ikki er fyri at hava mannin sitandi í varðhaldi.
Maðurin og kvinnan eru skuldsett eftir strangastu harðskapsgrein í revsilógini, grein 246, fyri at hava gjørt seg inn á eitt lítið barn. Verður ein dømdur sekur sambært hesi greinini, er møguligt at fongsla ákærda upp í 10 ár.
Tey vórðu varðhaldsfongslað seint í oktober, og varðhaldsfongslingin er longd fleiri ferðir. Upprunaliga sat kvinnan í varðhaldinum í Mjørkadali, meðan maðurin varð sendur til Danmarkar at sita, tí umstøður er ikki at hava tvey fólk í sama máli sitandi í Mjørkadali. Maðurin hevur seinastu tvær vikurnar sitið í Mjørkadali.
Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni segði við Portalin í gjár, at tey eru komin so mikið langt við kanningararbeiðinum, at tað væntandi verður klárt um einar tvær vikur at handa ákæruvaldinum til at orða eitt møguligt ákærurit.
Les eisini: Føroya rættur vil leyslata skuldsetta í stóra harðskapsmálinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald