Mentan

Landssjúkrahúsið 100 ár

100 ár eru liðin síðani flutt varð inn í Dronning Alexandrines Hospital í Havn

2024-02-23 14:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag eru 100 ár liðin síðani flutt varð inn í Dronning Alexandrines Hospital í Havn. Áðrenn hetta varð húsast í Færø Amts Hospital – nú vanliga nevnt Gamla Hospital – í Lágabø.

Undir hátíðarhaldinum tann 23. februar 1924, har Alexandrine drotning var til staðar, bað løgtingsmaðurin Johan Hendrik Poulsen, vegna Føroya Løgting, drotningina um loyvi at nevna hospitalið Dronning Alexandrines Hospital. Soleiðis kom tað at eita, til tað í 1962 fekk navnið Landssjúkrahúsið.

Tá flutt varð inn í 1924 starvaðust 28 fólk á hospitalinum. Í dag starvast um 1000 fólk á Landssjúkrahúsinum.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder