2020-09-05 11:10
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
10. august boðaði Landssjúkrahúsið frá, at korona ávirkaði føðideildina. Ein av mongu avleiðinginum av hesum var, at eingin føðifyrireiking fór at verða fyribils.
Men í gjár varð boðað frá, at føðifyrireikingarnar verða tiknar uppaftur á Landssjúkrahúsinum í september og november.
Føðifyrireiking verður á Landssjúkrahúsinum týsdagin 15. september, týsdagin 22. september, mikudagin 11. november, og mikudagin 18. november.
Landssjúkrahúsið heitir á barnakonur um at fylgja við á heimasíðuni ella á Facebook-vanganum hjá Landssjúkrahúsinum, tí broytingar kunnu koma fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald