Korona er av álvara aftur í Føroyum, og hetta ávirkar ymsar partar av samfelagnum.
Eins og tá nógvir smittutilburðir vóru seinast, er tað nú ikki møguligt at vitja í vanligu vitjunartíðunum. Hetta er galdandi fyri øll trý sjúkrahúsini í landinum komandi tíðina.
- Einans í heilt serligum førum kunnu avvarðandi vitja sjúklingar. Í teimum førum skal avtala gerast við deildina frammanundan við at ringja til sjúkrahúsið.
Sjúkrahúsini boða eisini frá, at tá vitjað verður, skulu vitjandi bera munnbind.
(Greinin er dagførd 6. august 15:40, og rættað í mun til, at hetta er galdandi fyri Suðuroyar Sjúkrahús eisini)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald