Átta læknaskrivarar á Landssjúkrahúsinum eru í dag farnir í sóttarhald. Tey hava øll havt samband við ein starvsfelaga, sum hevur fingið staðfest koronasmittuna.
Talan er um ein persón, sum hevur verið uttanlands.
Viðkomandi varð kannaður á flogvøllinum, men tann royndin var negativ. Tá viðkomandi varð kannaður aftur á sætta degi, var úrslitið tó positivt.
Tá starvsfólk hava verið uttanlands sleppa tey til arbeiðis aftur, tá tey hava fingið eitt negativt kanningarúrslit, og Landssjúkrahúsið hevur ikki nóg nógv starvsfólk til at lata fólk vera í sóttarhaldi til tey hava fingið seinna kanningarúrslitið, sigur Tummas í Garði, varastjóri á Landssjúkrahúsinum við Útvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald