Innanlands

Landssjúkrahúsið: Serlæknar meta um í hvørjum einstøkum føri

Landssjúkrarhúsið vissar um, at hóast virksemið er avmarkað, so fáa sjúklingar sum ikki kunnu bíða neyðu viðgerðina

Mynd: ls.fo

Mynd: ls.fo

2020-03-18 15:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í seinastu viku gjørdist púra greitt, at útbreiðslan og hóttanin av koronavirusinum í Føroyum av álvara fór at ávirka Landssjúkrahúsið, ið tók ymiskt stig:

Les eisini: Korona ávirkar Landssjúkrahúsið: Skurðviðgerðir og skert virksemi á seingjardeildunum 

Fyrrpartin hevur Landssjúkrahusið gjørt greitt, at hóast broyttu støðuna fáa sjúklingar neyðugu viðgerðina, ið teir ikki kunnu bíða at fáa.

Landssjúkrahúsið skrivar soleiðis á heimasíðu sínari: 

Landssjúkrahúsið setti ferðina niður í síðstu viku og í løtuni er virksemið avmarkað á ymsu deildunum. Hetta rakar mest sum øll ambulatoriini og tær planløgdu skurðviðgerðirnar.

Tað er tó umráðandi at gera greitt, at allir sjúklingar, sum hava tørv á viðgerð, sum ikki kann bíða, fáa neyðugu viðgerðina.

Tað eru serlæknar sum meta um í hvørjum einstøkum føri og starvsfólk á Landssjúkrahúsinum seta seg í samband við sjúklingarnar.

Les eisini: Enn eitt starvsfólk á landsjúkrahúsinum rakt av koronavirusinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder