Innanlands

Landssjúkrahúsið: Sjúklingar og vitjandi skulu brúka munnbind

Hetta verður galdandi frá 21. august, og skulu fólk sjálvi hava munnbind við, tá tey koma – Børn undir skúlaaldri eru tó undantikin

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-08-18 13:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá fríggjadegnum 21. august skulu sjúklingar og vitjandi brúka munnbind, tá tey koma inn á Landssjúkrahúsið.

– Stigið verður tikið, eftir at farsóttarnevndin í farnu viku mælti til, at fólk brúka munnbind, tá ið tey ferðast í almenna rúminum, har fleiri savnast, skrivar Landssjúkrahúsið.

Hetta umfatar øll, sum hava ørindi á sjúkrahúsinum, eitt nú tey, sum skulu til ambulantar viðtalur, viðgerðir, og avvarðandi teirra. Tey, sum gera avtalu um at vitja sjúkling, skulu eisini vera í munnbindi, og fólk skulu sjálvi hava munnbind við, tá tey vitja.

Børn undir skúlaaldri eru tó undantikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder